Alnetið skal lyfta føroyska samfelagið

Strategibólkurin fyri kunningar- og samskiftistøkni legði fyrst sína ætlan fram á visjónstorginum á Hotel Føroyum í dag.  Alnetið skal verða ein berandi partur av øllum og lyfta føroyska samfelagið frá einum ídnaðarsamfelagi og til eitt »innovasjónssamfelag«, segði Anna Mittún Jacobsen, ið legði ætlanina hjá KT-bólkinum fram.

- Visjónin er, at nýtslan av kunningar- og samskiftistøkni í tí almenna, í skúlaverkinum og í vinnuni skal vera við til at lyfta føroyska samfelagið frá einum ídnaðarsamfelagi og til eitt »innovasjónssamfelag«. Hetta fer at føra við sær, at føroyska vinnan kann gera seg galdandi á altjóða pallinum, segði Anna Mittún Jacobsen og legði eina við, at høvuðstrupulleikin í KT er, at Føroyar vanta føroyingar við altjóða royndum:
 
- Men í 2015 skal alnetið verða ein natúrligur og berandi partur av gerandislívinum. KT skal verða við til at lyfta støðið í allari undirvísing, tað almenna skal verða ein áhaldandi drívmegi í at nýta kunningartøkni á ein fyrimyndarligan hátt og somuleiðis skal alnetið verða ein natúrligur og berandi partur av øllum vinnulívinum, segði Anna Mittún Jacobsen millum annað, tá hon legði ætlanina hjá KT-bólkinum fram á Hotel Føroyum í morgun.