The Blair Witch Projekt
Bangin
Vart tú millum teirra, sum var um at pissa í buksirnar, tá tú hugdi eftir Scream, er tað nokk ikka tað allar smartasta at fara til nýggja ræðufilmin »The Blair Witch Project«, sum verður frumsýndur 2. desember.
Hesin filmur hevur fingið alt USA upp á gos, og er hetta kanska serliga orsakað av, at marknaðarføringin av filminum er farin fram á rættuliga ótraditionellan hátt, har framleiðararnir hava nýtt alnetið til at skapa eina mytu um ena ræðuliga hending, sum fór fram í Maryland í 1785. Hava tit hug, ber til at fara inn á heimasíðuna www.blairwitch.com, har meira er at lesa um hetta.
Eisini er serligt við filminum, at hann ikki kostaði meira enn 35.000 dollarar at framleiða, og at sjónleikararnir sjálvir hava tikið filmin upp. Sjónleikararnir vistu als ikki hvat skuldi henda í filminum, men vórðu sendir út á ein harðan túr í skógini, har teir síðani upplivdu ymsar ræðuligar hendingar. Hetta ger sjálvandi eisini, at ræðsla teirra tykist meira verulig enn vanligt.
Í stuttum kann sigast um filmin, at hann snýr seg um 3 næmingar á einum filmsskúla, sum í 1994 hvurvu í einum skógi í Maryland, tá teir royndu at gera ein dokumentarfilm um eina hending, sum fór fram í 1785. Eitt ár seinni verða upptøkurnar hjá teimum trimum funnar, og eru tað hesar, sum verða vístar í filminum?
Filmurin hevur higartil gingið sína sigursgongd í USA, har fólk í túsundatali streyma til biografsalirnar. Higartil hevur hann innspælt fyri einar 140 mió.dollarar, og er er hetta størsta inntøka fyri ein ræðufilm nakrantíð.
Enn einaferð skal tó sláast fast, at ert tú bangin av tær, er tað ivaleyst best at vera eftir heima, tí eftir hvat skilst, er talan ikki bara um nakran vanliga ræðufilm, men rætt og slætt um besta, ræðuligasta, óhugnaligasta og alt møguligt annað ræðufilmin, sum nakrantíð er gjørdur.
Dómadagur
Arnold Schwarzenegger hevur høvuðsleiklutin í filminum, End of Days, sum snýr seg um dómadag. Stutt fyri túsundáraskiftið kemur trygdarserfrøðingurin, Jericho Cane, fram á, at dómadagur kann vera nær. Ja, somikið nær at tað einans er talan um tímar, til ragnarok verður.
Cane (Schwarzeneggr), setur sær fyri, at vinna á óndskapinum, men tíðin er knøpp, og óndu kreftirnar eru sera sterkar. Einasta vápnið, sum Cane hevur, er hansara Glock 9mm, men tað skuldi verið løgið, um Arnold ikki megnar at gera eitt sindur um seg við hesari.
Never been kissed
Drew Barrymore hevur høvuðsleiklutin í hesum ungdómsfilmi, sum snýr seg lívið á einum high-school í USA.
Ert tú til flottar gentur, sportsidiotar, nørdar, coolar setningar, átugildi, øvund, gleði, ball, dans, forelskilsi, prom queen og alt hitt, sum hoyrir einum rættuligum ungdómsfilmi til, so er bara at keypa sær atgongumerki til Never Been Kissed.
Hóast filmurin ikki hevur kritikkararnar at loypa úr stólinum av berari gleði, so sigst talan vera um ein fittan og skemtiligan film, uttan at hann tó skilur seg burtur úr mongdini. Til tess er hann ivaleyst ov óoriginalur, men sum sagt, dámar tær hetta slagið av filmum, so er bara at fara avstað. Filmurin verður sýndur frá 26. desember.
The World?s not enough
Enn einaferð action við 007
Sjálvsagt er hann komin aftur í aftur. Agent 007, og tíbetur hava vit framvegis Pierce Brosnan í høvuðsleiklutinum sum James Bond, og byrjar Havnar Bio at senda filmin frá 9. desember.
Hetta er 19. ferðin at vit hitta bretska agentin, og hesu ferðina skal hann forða fyri, at fyrrverandi KGB njósnarin, Valentin Zukofsky, sum áður hevur hjálp 007, fær harradømi á oljurørleiðingunum við Kaspiska havið.
Annars býður filmurin okkum nakað so óvanligt sum eina miseydnaða uppgávu fyri 007, tá Lord King, sum eisini er vinur at James, verður myrdur, hóast 007 royndi at forða fyri hesum. Tá hann kemur í holt við russiska njósnaran, gloymir James tó allar ætlanir um at gevast, og fer ístaðin enn eina ferð í tænastu fyri hennara kongaligu hátign.
Sjálvsagt hittur hann nøkur vøkur konufólk á vegnum, og hesu ferðina eru tað serliga hin franska Christmas, umframt dóttur Lord King, Electra, sum hava stóra atdráttarmegi at agenti okkara.
Ivaleyst er talan um ein klassikara, soleiðis sum flestu av hinum filmunum hava verið. Seinast varð filmurin lyftur nógv av Brosnan, sum tykist at hóska nógv betur inn í leiklutin enn undangongumaður hansara, Timothy Dalton.