Sum In.fo skrivaði í desembur mánaði, so er Viljormur Davidsen komin aftur til føroyskan fótbólt. Sáttmálin við niðurflutta Helsingborg er slitin og vinstri bakkurin á landsliðnum hevur síðani verið í samráðinum við HB og 07 Vestur. HB og Viljormur Davidsen hava í dag gjørt ein trý ára sáttmála.
Søgan sigur, at 07 Vestur hevur lagt nógv fyri, at fáa Viljorm Davidsen til felagið, men landsliðsbakkurin hevur í dag skrivað undir við HB. Tað hevur leingi ljóðað, at skifti er á veg, men sum skilst er sáttmálin við Helsingborg fyrst slitin frá 1. januar.
Viljormur Davidsen skal spæla í nummar 3. Tað er gamla talið hjá HB-legenduni Jógvan Róa Davidsen. Í sjónbandabrotið á Facebook hevur fyrrverandi liðskiparin, sum er sysktinabarn hjá Viljormi, handa honum 3-talið.
Viljormur Davidsen hevur fyri tað mesta bara spælt yrkisfótbólt uttanlands. Hann avloysir nú Daniel Johansen, sum er farin til FC Fredericia.











