Alment úttikin til OL

Tað hevur verið kent í fleiri vikur, men í dag varð tað almannakunngjørt, at Føroya fremsti svimjari, Pál Joensen, verður partur av danska OL-hópinum, tá leikirnir vera hildnir í Rio de Janeiro í summar.


Tað er danska OL-síðan á Facebook, Danmark til OL, sum í dag kunngerð, at átta nýggir svimjarar eru úttiknir til
OL-hópin, og hevur lagt myndir út av teimum átta við frámerkinum #AllForRio, har ein teirra er Pál Joensen.


Hóast hópurin ikki varð kunngjørdur fyrr enn í dag, so hevur tað longu verið greitt í fleiri vikur, at Pál Joensen luttekur á OL í summar.


16. apríl tryggjaði hann sær nevniliga luttøku, tá hann svam undir OL-kravtíðina í 1500 metrum til DM. Pál Joensen svam tá teinin upp á 15.04.13, ið er umleið trý sekund skjótari enn kravtíðin, ið er 15.07.54.