Alment ítróttarskeið í Pilates

Havnar Fimleikafelag skipar fríggjakvøldið og leygardagin fyri skeiði í Pilates

Fimleikaskeið

Málbólkurin til hetta skeið, er ógvuliga breiður. Øll, ið fáast við ítrótt, melda til, taka sær venjingarklæði við og møta í høllini á Stórheyggi kl. 17 fríggjadagin 27. august.

Pilates í grundvenjingini.
Skipanin við strekkingar- og styrkivenjingum eru nevndar eftir Joseph H. Pilates og er eldri enn 90 ár. Venjingarnar styrkja vøddarnar, geva betri kropsburð og venja fimi og javnvág. Vant verður standandi, sitandi ella liggjandi, við ella uttan amboðum - har serligur dentur verður lagdur á kropsmiðjuna: Búkin og ryggin.
Upprunaliga vóru mest fimleikarar og dansarar, ið nýttu hesa venjingarskipan, men nú er skipanin innan mestsum alla venjing - og til allar aldursbólkar - eins væl og uppvenjing. Orsøkin at Pilates hevur vunnið seg fram, er serliga tí at venjingarnar kunnu nýtast bæði fyribyrgjandi og uppbyggjandi, samstundis sum Pilates kann bæði standa einsamøll í venjingarskránni, ella verða sett saman við øðrum venjingum.
Sum dømi kann nevnast, at landsligið í rugby í New Zelandi, nýtir Pilates sum part av teirra venjingum - fyri at fáa betri innari stabilitet og harvið meira styrki.
Týdningarmikið er, at ítróttarfólk geva sær far um styrkivenjingar og fyribyrgjandi venjingar longu í fyrstu ítróttarárunum. Harvið kunnu tey sleppa sær undan skaðum og harvið fáa møguleika at íðkað ítrótt í longri tíðarskeið.

Vælvandur instruktørur
Hetta er fyrsta ferðin, at alment skeið verður skipað innan hesa venjing her á landi, og hevur Havnar Fimleikafelag fingið Hannu Dalsgarð at undirvísa.
At lýsa fyrimunirnar, nú Hanna Dalsgarð er komin at undirvísa, verður fyrst víst á hennara bakgrund innan kappingar-fimleik. Síðani hevur hon eisini dansa nýmótan dans, m.a. á Marie-Brolin Danse Teater í Århus og Northern school of Contemporary Dance í Leeds og fingið prógv sum Bachelor of Performing Arts with Honours in Contemporary Dance 2002.
Afturat hesum, hevur hon íðkað Pilates í fleiri ár. Í 2002 varð hon útbúgvin Pilates instruktørur í Body Control Pilates. Eisini hevur hon verið á skeið, har Rachel Holmes (Nike Athlete) hevur undirvíst. Hanna Dalsgarð undirvísir í Pilates, Dability Ball (swissball) og í spinning. Hun er knýtt at Spirithouse í Keypmannahavn og letur í oktober upp egin høli í Keypmannahavn.