Mánakvøldið 17. mars bjóðar staðarnavnanevndin hjá Eiðis kommunu øllum áhugaðum til eitt tiltak, har nevndin fer at greiða frá sínum arbeiði og fer at gjøgnumganga nøkur nøvn.
- Staðarnøvnini verða víst á stórskíggja, og áhoyrarar hava møguleika at koma við spurningum og viðmerkingum, siga tey í Eiðis kommunu í dag.
Á Eiði vóna tey, at fólk møta fjølment til tiltakið og vilja geva sítt íkast til skrásetingina, so staðarnavnaskrásetingin verður so fullfíggjað og røtt sum gjørligt.
- Tiltakið byrjar klokkan 19. Vit bjóða kaffi, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Eiðis kommunu í dag.