Alment tiltak í Leirvík

Sigrun Gunnarsdóttir fer í Leirvík at greiða frá verkætlan, har hon hevur listprýtt Frítíðarheimið á Gásamýru.

Fríggjadagin 16. mars verður eitt alment tiltak á Frítíðarheiminum á Gásamýru í Leirvík, har lagt verður fyri klokkan 14.30.

 

Tiltakið verður hildið í samband við, at listarkvinnan, Sigrun Gunnarsdóttir, hevur listprýtt frítíðarheimið, sum tey nú ynskja at vísa fram.

 

Tá tiltakið byrjar henda dagin klokkan 14.30, fer Hanna Olsen, leiðari, fyrst at bjóða vælkomin, og síðan fer Hans Mourits Foldbo, formaður í mentanarnevndini at halda røðu.

 

Á almenna tiltakinum fer Sigrun Gunnarsdóttir eisini at greiða frá verkætlanini, og borðrreitt verður við kaffi, te og onkrum til góman.

 

- Tiltakið varar til klokkan 17, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Eysturkommunu.