Nú Barnahúsið Imba hevur 10 ár á baki hin 2. apríl, bjóðar Hvannasunds kommuna til alment tiltak.
Tiltakið verður í dagstovnnum mikudagin hin 30. mars í tímunum frá klokkan 15.30 til klokkan 18, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Á skránni hesa løtu verður eitt nú felagssangur og sangspøl, og her verður kaffi, te, køkur, toast og okkurt leskandi til børnini.
- Á skránni verður eisini myndafrásøgn av børnum og ymiskum tiltøkum, sum hava verið í Imba hesi 10 árini, siga tey í Hvannasunds kommunu.











