Eitt tað seinasta dømi av hesum slag, var tá undanfarni heilsumálaráðharrin ”offraði” ein sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum, fyri sjálvur at sleppa sær undan ábyrgd fyri eina meirnýtslu, sum sjúkrahúsleiðslan í veruleikanum ongan møguleika hevði fingið frá landsstýrismanninum at stýra.
Slíkur atburður móti alment settum starvsfólkum er fyri tað fyrsta serstakliga ódámligur. Og fyri tað næsta, so gevur tað eisini eina fatan av, at nógvir politikarar hava ikki hóming av hvussu stórt og virðismikið arbeiði alment sett starvsfólk veruliga gera, og hví tey gera tað.
Eg havi sjálv so drúgvar royndir frá arbeiðið hjá tí almenna, bæði úti í ”markini” á sjúkrahúsum, røktarheimum og í almennari fyrisiting, , at eg veit frá egnum royndum hvørji kor alment sett starvsfólk virka undir.
Almenn sett starvsfólk røkja í veruleikanum nevnliga bara tær uppgávur fyri teg og meg, sum løgtingslimir sjálvir hava biðið um. Tí tað eru nevnliga løgtingslimir, sum sjálvir gera av hvussu tænastustøði fyri almennar tænastur skal verða. Bæði hvat slag av almennum tænastum, og hvussu nógvur peningur verður játtaður til slíkar tænastur, tað verið seg innan fyristing, eftirlit, heilsuøkið, eldraøkið, umhvørvisøkið o.s.fr. Og ongin – heldur ikki fólkafloksveljarar – vilja verða neyðugar almennar tænastuveitingar fyri uttan.
Tíðin er komin, har løgtingslimir takað ábyrgd og standa við sínar avgerðir, heldur enn at goyma seg aftanfyri alment sett starvsfólk, ella at nýta hesi sum ”tvøgur”, fyri at vaska sínar hendur.
Tí bjóði eg meg fram sum løgtingslim, fyri at takað veruliga ábyrgd fyri politiskum avgerðum, og at vísa virðing fyri tí virðismikla arbeiði, sum alment sett starvsfólk gera, út frá teimum fortreytum løgtingið bjóðar teimum.