Alment oljufelag má bíða til seinni

Heðin Mortensen úr Sambandsflokkinum takkaði umsitingini fyri at hava gjørt eitt gott arbeiði í sambandi við 1. útbjóðing. Hann helt tó, at tað var skeivt at hava fleiri sløg av partafelagsskatti. Oljuvinnan eigur at verða skattað sum aðrar vinnur og feløg.

Tingmaðurin ivaðist í, um tað er rætt nú at fara undir alment oljufelag nú. -Kunnu okkara smáu feløg vera við, so eigur einki at vera til hindurs fyri, at eitt føroyskt landsoljufelag verður stovnað. Spurningurin er bara, nær rætta løtan er til tess. Tað er rætt at hava almenna oljufelagið klárt, tá oljan verður útvunnin. Kunnu útlendsku oljufeløgini bera føroyskar vinnufyritøkur gjøgnum oljuvinnuna, hví kunnu tær ikki eisini bera eitt alment føroyskt oljufelag spurdi Heðin Mortensen.

Hann vísir eisini á, at av tí at landsstýrismaðurin sambart viðmerkingunum kann gera undantøk í stórt sæð øllum, er so mikið meira neyðugt at hava eyguni við tí, sum fyriferst, so vit ikki verða kollrend av teimum stóru oljufeløgunum, sum uttan iva fara at gera tað tey kunnu fyri at sleppa so bíliga sum gjørligt.

Heðin Mortensen helt, at vinnan skal sjálv gera av, hvussu útviklingurin skal vera. Hann heldur tað vera ov tíðliga at fara at atkvøða um, hvar ein útgerðarhavn skal liggja. Tað skal vinnan sjálv finna út av.


.