Pension Danmark og tann almenni Eksport Kredit-grunnurin hava gjørt eina avtalu um at brúka 10 milliardir krónur til at menna danska útflutningin. Avtalan gevur útlendskum fyritøkum møguleika at læna burtur av pengunum til at keypa vørur frá donskum fyritøkum fyri.
Pension Danmark og Eksport Kredit-grunnurin siga, at avtalan fer at tryggja donskum fyritøkum størri eftirspurning, samstundis sum hon fer at útvega fleiri arbeiðspláss í Danmark.
Samstarvið millum Pension Danmark og Eksport Kredit-grunnin er skipað soleiðis, at Pension Danmark letur pengarnar, og at tann almenni útflutningsgrunnurin veitir trygd fyri, at Pension Danmark fær pengarnar aftur. Partarnir vænta, at ein stórur partur av pengunum fer til vindmyllur, og tað samsvarar fult og heilt við politikkin hjá teirri nýggju stjórnini, skrivar DR. Teir fyrstu sáttmálarnir eru longu komnir. Talan er um 66 vindmyllur, sum Vestas skal gera til eina verkætlan í Svøríki.
Ole Sohn, vinnu- og vakstrarmálaráðharri, sigur, at hann er fegin um, at tað privata og tað almenna kunnu samarbeiða um at økja útflutningin. Tað er Torben Möger Pedersen, stjóri í Pension Danmark, eisini, og hann leggur afturat, at avtalan er góð fyri teir 609.000 limirnar í felagnum. Anette Eberhard, sum er stjóri í Eksport Kredit-grunninum sigur, at grunnurin vil fegin gera tilsvarandi avtalur við aðrar pensjónskassar.