Roskilde Festival tók støðu alt fyri eitt, eftir at stjórnin hevði boðað frá, at forboðið ímóti stórum samkomum verður í gildi til august.
Men ársins vælumtókti ferstivalur er soleiðis avlýstur. Tað upplýsir Roskilde Festivalurin í tíðindaskrivi.
Hevur tú keypt atkgongumerki til festivalin í ár, kann tað broytast til festivalin næsta ár.
Til ber eisini at fáa pengarnar aftur, um tú ikki ynskir at fáa tað broytt til festivalin næsta ár.
##med2##
Festivalurin í ár hevði annars havt 50 ára hátíðarhald. Men tað má so bíða til 2021 í staðin.
/ritzau/