Alment: Luis Suarez til FC Barcelona

FC Barcelona váttar í dag, at felagið hevur keypt Liverpool áleyparan Luis Suarez.

Í eina tíð hevur ljóðað, at samráðingar hava verið millum FC Barcelona og Liverpool um áleyparan Luis Suarez. FC Barcelona kunngerð í dag á síni heimasíðu, at fimm ára sáttmáli er gjørdur við uruguayanska áleyparan.

 

Les eisini: Luis Suarez nærkast Barcelona

 

Men Suarez er ikki alment ein Barcelona leikari enn, tí Luis Suarez skal fyrst gjøgnumføra tí sokallaðu læknakanningina. Tað skal hann gera í komandi viku.

 

Barcelona fær ikki brúkt Luis Suarez fyrrenn tann 25. oktober. Tá er leikbannið, fyri at bíta italienska verjuleikaran Giorgio Chiellini yvirstaðið.

 

Prísurin sum Barcelona hevur goldið fyri Luis Suarez liggur um góðar 700 milliónir.