Alment ella privat

Í samband við eina avtalu millum Undirvísingar- og Mentamálastýrið og Føroya Tele fyrr í summar, segði SVF, at hettar var ein avtala millum Landstýrið og hálvalmenna Føroya Tele. Hvat er so hin helvtin? Føroya Tele er heil-alment, fyri at eingin misskiljing skal vera. SVF hevur óivað meint almenna partafelagið Føroya Tele.

Vit hava fyrr her í blaðnum nevnt trupulleikan við, at fólk tykjast halda, at bert eitt alment felag er gjørt til partafelag, so verður tað privat. Um eitt felag er privat ella alment hevur nakað við ognarviðurskiftini at gera, og ikki eftir hvørjum reglum tað verður stýrt.


Søgan er týdningarmikil at hava í huganum, tí mangt er, sum er farið í gloymibókina. Føroyski skattgjaldarin eigur ein stóran part av føroyska vinnulívinum. Eisini um ein sær burtur frá skattalættum fyri ávísar verkabólkar og studningi av ymsum slag. Hettar var eisini støðan áðrenn Framtaksgrunnin og Fíggingargrunnin. Føroya Landstýri er stórpartaeigari í fleiri av teimum størru føroysku fyritøkunum, har vit eitt nú kunnu nevna Skipafelagið og Smyril Line.


Dagblaðið nýtti fyrr í summar forsíðuna uppá at viðgera málið um JFK Trol, sum ikki varð fíggjað av Føroya Banka longur. Eitt alment felag, sum kvetti sambandið við eitt annað alment felag. Føroya Grunnurin, ið varð settur á stovn av Danmarks Nationalbank, eigur JFK Trol. Felagið er við øðrum orðum ogn skattgjaldarans. Kanska er hettar eitt gott dømi um, at eitt alment felag kann geva føroyska samfelagnum nógv gott, bert tað verður væl rikið. Tað, at fólk flest hava gloymt, at Føroya Grunnurin eigur fyrimyndarligar fyritøkur í Føroyum, er harmiligt, tí hettar vísir, at fyritøkur við almennum pengum aftan fyri seg kunnu rekast líka skynsamt og væl, sum fyritøkur við privatum pengum aftanfyri seg.


Tað, ið ein eigur at minnast til viðvíkjandi almennum fyritøkum, ið ikki eru tænastufyritøkur, er, at man ikki má montera slangur inn í landskassan, soleiðis at fyritøkur fáa ein rakstrarstuðul, ið ongantíð slepst av aftur við. Eitt partafelag eigur sum høvuðsregul ikki at fáa stuðul frá landinum, óansæð um stovnsfæið er alment ella privat. Ì hesum sambandi er hugstoytt at síggja, at ætlanir fáa kommunalan og almennan stuðul, tá eigarin er eitt partafelag ella líknandi. Uttan at taka støðu til um hesar ætlanir eru góðar ella ikki, hevði so ikki verið betur, um kommunan alla landið víðkaði partapeningin í slíkum partafeløgum? Sama eigur at gera seg galdandi, skuldi tað hent, at eitt partafelag tørvaði landsins hjálp í eini kreppustøðu. Skal landið gjalda, so má tað gerast sum ein íløga, ið skal loysa seg, og ikki bert vera gávukekkar.


Tað skal ikki vera so í Føroyum, at partafeløg kunnu pynta seg við lántum fjaðrum og látast verða privat fyri skattgjaldarans pening. Skal landið uppí við pengum, so skal partapeningurin víðkast. Man missur avgerarrætt í einhvørjari fyritøku, um onkur annar má betala. Soleiðis eru treytirnar fyri partafeløg mest sum allastaðni, og Føroyar eiga ikki at vera øðrvísi í hesum sambandi.