Alment: Drogba aftur í Chelsea

Chelsea kunngerð í dag at Chelsea legendan Didier Drogba er aftur í felagnum

 

Chelsea kunngerð í dag, at felagið hevur gjørt ein eitt ára sáttmála við Chelsea legenduna, Didier Drogba.

 

Tað var annars væntað, at Didier Drogba hevði leikt sín seinasta dyst fyri Chelsea, tá hann fyri tveimum árum síðani avgjørdi Champions League finaluna fyri Chelsea.

 

Didier Drogba frøðist um at vera aftur í enska stórfelagnum.

 

-          -      Tað var ein løtt avgerð. Eg kundi ikki siga nei til møguleikan til at arbeiða saman við Mourinho aftur. Øll vita at hetta felagið er nakað serligt fyri meg, og tað er her eg kenni meg heima.

 

Sáttmálin millum Didier Drogba og Chelsea er galdandi í 1 ár fram.