Í dag klokkan fimm skipa Rás 2 og Sosialurin fyri almennum valfundi í Sjónleikarahúsinum. Sum nakað spildurnýtt, fáa eisini fólk við hoyribreki høvi at fylgja við orðaskiftinum. Í kvøld klokkan 22 verður almennur fundur í Miðlahúsinum í Vágsbotni har samgonguleiðarin, Jóannes Eidesgaard og andstøðuleiðarin, Høgni Hoydal, bresta saman. Báðir fundirnir verða sendir beinleiðis á Rás 2 Valstríðið líður ímóti endanum og í dag verða tær síðstu royndirnar gjørdar at vinna atkvøðurnar á Løgtingsvalinum.
Ì hesum sambandi skipa Rás 2 og Sosialurin fyri tveimum valfundum í dag
Klokkan 17 í dag verður almennur valfundur í Sjónleikarahúsinum, har umboð fyri allar flokkar eru við, uttan Miðnámsflokkurin.
Tað hevur mangan verið fýlst á, at ein stórur partur av føroyingum, tvs øll tey við hoyribreki, eru útihýst frá valstríðnum, tí tey fáa av góðum grundum ikki fylgt við.
Hesum hava Rás 2 og Sosialurin tikið til eftirtektar og tí verður deyvatulkur til staðar í Sjónleikarahúsinum í dag og hann fer at tulka alt, sum sagt verður.
Fundurin verður skipaður sum kjak, har fundarfólkið fær ríkiligt høvi at tráspyrja politikararnar um heilsuverkið, skúlaverkið og mentanarpolitikk.
Samstundis verður endaligt punktum sett fyri valstríðnum á almennum fundi í Miðlahúsinum klokkan 22 í kvøld, har Jóannes Eidesgaard, samgonguleiðari og Høgni Hoydal, andstøðuleiðari, bresta saman í seinastu orrustuni, áðrenn valstríðið endar á midnátt.
Báðir fundirnir verða sendir beinleiðis á Rás 2










