Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) ávarar í tíðindaskrivi í dag, ímóti førda fíggjarpolitikkinum í Føroyum.
FAG sigur í skrivinum, at serliga í nógvum kommunum síggja vit ein stóran útreiðsluvøkstur, ið skal tálmast og um neyðugt eigur landið at traðka til og steðga tí.
Tey siga, at vit alt ov nógva ferð á búskapinum, ið hevur við sær, at framleiðsluhjólini mala skjótt, men klára ikki at fylgja við stóra eftirspurninginum frá privatfólki, fyritøkum og tí almenna.
Tað hevur við sær ein stóran prísvøkstur í nógvum tænastum, og kanska serliga byggivinnuni, har tað sæst serliga væl.
FAG mælir tí almenna til, at halda aftur uppá útreiðslurnar soleiðis at tað ikki er við til at halda dampinum ov nógv uppi. Í góðum tíðum eigur tað almenna at halda aftur og ikki leggja afturat eftirspurninginum.
Eisini verður mælt til, at tað almena setur sær sjálvum strong krøv til hvussu nógv almennu útreiðslurnar kunnu veksa, umframt at mann setur mørk , bæði fyri hvussu stórt strukturelt hall og almenna skuld vit kunnu hava, í mun til samlaða BTÚ.
Skrivið frá Føroya Arbeiðsgevarafelag kann lesast í fullari longd her










