Almennur stuðul fortreyt fyri góðum bókmentum

Carl Johan Jensen er tann persónurin, ið hevur fingið mest burtur úr stuðulsgrunninum hjá Mentanargrunni landsins. Starvslønirnar og listafólkalønir eru ein fortreyt fyri at skapa bókmentir á sama støði sum aðrastaðni, tí føroyska samfelagið er ov lítið til at framleiða bókmentir til marknaðin aleina

Tað er eingin ivi um, at starvslønir skulu til, um Føroyar skulu vera førar fyri at framleiða bókmentir og aðra list á støði við onnur, heldur Carl Johan Jensen.

- Tað ger sjálvandi allan munin. Tann marknaðurin, sum vit hava í Føroyum, er so pinkalítil, at tað er eingin, sum kann liva av at selja bøkur. Tað ger tað, at skulu vit hava bókmentir av týdningi, og skal tað verða møguligt hjá nøkrum at skapa bókmentaverk á hædd við tað útlendska, so má okkurt annað gerast. Skulu føroyskar bókmentir vera kappingarførar, so eru starvslønirnar lívsneyðugar.

 

Talan er ikki um stórar upphæddir

Samlaða upphæddin, ið Mentanargrunnurin hevur at luta út millum føroysku listafólkini, er vaksin seinastu árini, og kanska serliga við nýggju skipanini við listafólkalønum. Carl Johan Jensen er tað listafólkið, ið hevur notið mest av hesum lønunum, men neyðugt er at seta hesar upphæddirnar í perspektiv, heldur hann.

- Tú skalt minnast til, at tey hagtølini, sum eru, ganga um 20 ár aftur í tíðina. Yvir eitt 20 ára skeið liggur lønin um eina millión. Hyggur tú so eftir lægsta útgjaldinum eftir galdandi sáttmála til ein arbeiðsmann á sama tíðarskeiði, so er hon samanlagt um fýra fimm ferðir meira.

 

Skipanin kann vera øðrvísi

Samlaða upphæddin, sum Mentanargrunnurin hevur at ráða yvir, liggur um 10 milliónir krónur um árið, og av teimum fara 3,3 milliónir til listafólkalønir. Tá spurdur um hetta er nøktandi upphædd, sigur Carl Johan Jensen, at tað ber ikki til at siga, men at møguleiki er at skipa almenna listastuðulin øðrvísi.

- Til dømis í Norra hava tey eitt slag av lønjavningarskipan - eina minstulønarskipan. Tú forvinnur ein part sjálvur, og so fært tú eitt ískoyti, soleiðis at tað røkkur einum lágmarki. Tað hevði kanska kostað tí almenna minni og hóskað betri til okkara viðurskifti.

Í Norra er framleiðsluskylda knýtt at almenna listastuðulinum, men støðan er ikki heilt tann sama í Føroyum. Framleiðsluskylda er ikki ítøkiliga nevnd í lógini, men lønarmóttakarin skal lata inn frágreiðing ella ávegisfrágreiðing.

 

Kunnu fáa meira fyri pengarnar

Gamla skipanin við starvslønum loyvir at geva trý ára starvsløn á gangin, men Carl Johan Jensen vísir á, at tað hevur ikki verið so vanligt seinastu árini. Sambært yvirlitinum hjá Mentanargrunninum er trý ára starvsløn bert latin eina ferð síðan 2016. Nú er listafólkalønin løgd aftrat og hevur verið latin í tveimum umførum.

Frægast hevði verið við einari lønarjavningarskipan, heldur Carl Johan Jensen, men nýggja listafólkaskipanin, ið letur lønir í trý ár á gangin, er eitt stig á rættari leið og hevur ein greiðan fyrimun fram um gomlu skipanina við starvslønum.

- Tú kanst ætla, at er lættari at leggja arbeiðið til rættis, tá tú fært løn í trý ár.Tú kanst leggja eina ætlan fyri at fáa ymiskt arbeiði liðugt og fáa gongd upp á annað. Vansin við tíðaravmarkaðum skipanum er, at har er ein óvissa knýtt at teimum. Hvat hendir eftir tey trý árini? Skalt tú so ikki fáa starvsløn aftur í 10 ella 15 ár? Tú hevur jú fingið einaferð. Tí hevði hin skipanin kanska verið betri bygd upp. Nøkur ár hevði tú fingið meira, onnur ár hevði tú kanska fingið minni. Spurningurin er, um tú við slíkari skipan ikki hevði fingið meira fyri pengarnar enn við núverandi skipan.

 

Lítið at spara burtur

Í samgonguskjalinum stendur, at skipanin við starvslønum og listafólkalønum skal eftirmetast, og Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur í aðrari grein í blaðnum í dag, at arbeiðið er júst farið av bakkastokki.

- Tíðin má vísa, hvat kemur burturúr. Eg dugi ikki heilt at siga, hvat teir vilja. Men sum teir hava tosað, og tá tú hugsar um, hvat teir annars standa fyri, so er kanska ein vandi fyri, at teir hugsa fyrst og fremst um at spara burtur av játtanini. Men har er lítið at spara burtur. Tað er ein andstøða millum fólk ímóti øllum, hevur við list at gera. Tey halda, at tú nassar, ella at tú ert ein snultari. Men tað er ikki til at spáa um yvir hvat borð hatta kann falla.

 

 

Carl Johan Jensen hevur seinastu fimm árini latið úr hondum fimm bøkur. Tvær teirra, Sær frá 2017 og Terningar frá í ár, eru fyrstu tvær bøkurnar í trýpartsrøð, og nú er farið undir arbeiðið at gera triðu og seinastu bókina í røðini.

- Eg eri farin í holt við triðu bókina í røðini, umframt at eg havi onkrar aðrar ætlanir. Eg havi trý ára starvsløn, og eg havi eina greiða ætlan fyri tíðina, sigur Carl Johan Jensen.