Ein sosialdemokratiskur flokkur við eini sterkari religiøsari dimensjón. Tað var niðurstøðan, tá Miðflokkurin sum fyrsti flokkurin legði fram sína valskrá Miðflokkurin varðveitir ein sterkan sosialan profil og ynskið um at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð. Men Jenis av Rana segði á tíðindafundi í gjáramorgunin, at fullveldisvisjón Miðfloksins ikki er tann sama sum hon hjá Tjóðveldi.
- Okkara tjóðarfrælsi byggir á føroyska grund, meðan Tjóðveldi í alsamt størri mun byggir á eitt danskt ella útlendskt virðisgrundarlag, sum undirgrevur tann kristna siðaarvin, segði Jenis av Rana um fyrrverandi samgongufelagarnar í Tjóðveldinum.
Tað mest hugvekjandi við tíðindafundinum hósmorgunin var, at flokkurin undir punktinum ?Mentan og frítíð? leggur dent á, at almennur peningur í samband við stuðul til mentan og list einans skal latast til virksemi, sum byggir á kristna grund.
- Hvat fólk finna uppá privat, kann politiski myndugleikin ikki gera so nógv við, men tá vit fara eftir skattaborgarans peningi, skal peningurin sjálvsagt nýtast til virksemi, sum føroyingurin kann taka undir við. Tí hevur Miðflokkurin eitt greitt mál um, at stuðul til mentan og list skal byggja á nøkur krøv, sum liva upp til og samsvara okkara kristna grundstøði, segði tinglimur Miðfloksins Bill Justinussen undir tíðindafundinum.