Sjúkraviðgerð
Effektiviseringar!
Rationaliseringar!
Hetta eru tvey lyklaorð, sum landsins fremstu politikarar júka upp í saman, tá ið teir tosa um almenna umsiting? ikki minst nú landsstýrið stevnir fram ímóti størri sjálvbjargni.
Men á Suðuroyar Sjúkrahúsi mugu tey ásanna, at tað er alt annað enn lætt at sleppa at spara pening fyri landskassan.
Sjúkrahúsið hevur ítøkiligar ætlanir um at spara landskassanum 350.000 krónur, men tað sleppur sjúkrahúsið ikki.
Tað fekk fíggjarnevndin hjá Løgtinginum at vita, tá ið hon vitjaði á Suðuroyar Sjúkrahúsi mikudagin.
Ber ikk til
Fíggarnevndarlimir trúðu ikki sínum egnu oyrum, tá ið umsjónarmaðurin á sjúkrahúsinum, Ronnie Midjord, greiddi teimum frá, hvussu trupult tað var hjá sjúkrahúsinum at seta eitt ítøkiligt sparitiltak í verk.
Jan, Jespersen, skurðlækni á Landsjúkrahúsinum hevur mangan verið vikarur á Suðuroyar Sjúkrahúsið.
?Og nú hevur hann átta sjúklingar, sum allir skulu leggjast undir skurð fyri krossbandið, segði Ronnie Midjord.
Hann segði, at hetta er ein skurðviðgerð, sum ikki kann gerast í Føroyum, og tí verður neyðugt at senda teir av landinum. Tað fer at kosta landskassanum einar 50.000 krónur fyri hvønn sjúkling í útreiðslum til skurðviðgerð og innlegging á donskum sjúkrahúsi, ella tilsamans einar 400.000 krónur
?Men so fekk Jan Jespersen samband við ein danskan serlækna, sum var sinnaður at koma til Føroyar at skurðviðgera allar hesar átta sjúklingarnar fyri 40.000 krónur ? tilsamans.
Tað merkir, at allir átta sjúklingarnir kundu skurðviðgerðast í Føroyum fyri minni enn tað sum tað kostar at senda ein av landinum.
Ronnie Midjord sigur, at sostatt var talan um eina sparing upp á einar 350.000 krónur.
?Sjúkrahúsið søkti tí Trivnaðarmálaráðið um loyvi at flyta 40.000 krónur av játtanini til serviðgerð uttanlands til endamálið.
?Tað sá eisini út til at fara at eydnast. Men í farnu viku komu so boð aftur frá Trivnaðarmálaráðnum um tað læt seg ikki gera at flyta pening ímillum tvey rakstrarstøð.
? Tað kann ikki gerast uttan at Løgtingið samtykkir tað og tað fær Løgtingið ikki høvi til, fyrrenn á eini játtanarlóg. Men skrivlig boð eru komin um, at tann fyrsta játtanarlógin verður ikki løgd fyri Løgtingið, fyrrenn í august í ár.
?Sotatt ber tað ikki til at fáa skurðlæknan til Føroya, í hvussu so er ikki, fyrrenn tá.
Ofta verður skotið almennum stovnum í skógvarnar, at ansa ov illa eftir pengunum. Men hetta er altso eitt dømi um, at tað kemur eisini fyri, at skipanin, ella tey, sum arbeiða í henni, eru ov stirvin.