Almennur stovnur leggjast á Eiði! - áheitan á landsstýrið

Tordur J. Niclasen
------
Ringt er at fáa eiga á eftir hvørjum leisti farið verður til verka, tá talan er um at leggja almennars stovnar kring landið.
Fyri tíð síðan var almennur stovnur lagdur til Klaksvíkar og unna vit norðoyingum væl hesi arbeiðsplássini, sum nýggi stovnurin hevur havt við sær.
Mangur setti sær spurningin, hví at hesin stovnur varð lagdur júst í Klaksvíkar?Nakað av orðaskifti tók seg eisini upp á tí politiska leikvøllinum.
Niðurstøðan var, at avvarðandi landsstýrismaður hevði tikið avgerð, at so skuldi vera – og tí bleiv tað soleiðis!
Vísast kundi ikki til nakra greiða managongd ella haldgóða grundgeving í støðutakanini!
Ein skuldi trúð, at tá talan er um at leggaj nýggjar stovnar ella flyta stovnar út kring landið, so var eisini hugt eftir, í hvønn mun almennir stovnar eru har frammanundan, væl at merkja, um tað er arbeiðsplássini politiski mynduleikin hugsar um!
Nú hevur politiskur turbolensur aftur tikið seg upp í samband við, at landsstýrismennirnir í ávikavíst fíggjar-og vinnumálum hava ætlanir um at flyta stovn(arbeiðspláss) úr Havnini til Tvøroyri.
Landsstýriskvinnan í innlendismálum vil hava løgmann at steðga ætlanini og krevur politiska viðgerð av málinum!
Rosa Samuelsen, landsstýriskvinna í almennamálum fer í næstum at taka støðu til hvar “nýggjur” stovnur til ung skal leggjast.
Vónandi kann vísast til haldgóðar grundgevingar, tá avgerðin er tikin! Vónandi verður hugt eftir neyðugum fortreytum fyri slíkan stovn ,áðrenn avgerðin verður tikin!
Tá umstøðurnar og fortreytirnar á Eiði eru avbera góðar, vil eg við hesum heita á landsstýriskvinnuna at bera so í bandi, at stovnurin kemur at liggja á Eiði.
Umframt at bygdin tá far nøkur almenn arbeisðspláss, fáa tey, íð koma at búgva og arbeiða á stovninum góðar lokalar umstøður at virka undir.