Tað liggur púra fast, at Sjóvinnustýrið verður ikki flutt úr Vágum. Tað ger Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, púra greitt.
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin hevur spurt hann, hvussu landið liggur eftir at stovnurin varð fluttur til Havnar. Tað skuldi bara vera ein fyribilsloysn til hóskandi høli eru útvegað í Vágum, men nú vil løgtingsmaðurin hava greiði á, hvar málið liggur.
Hølini, Sjóvinnustýrið húsaðist í, vóru í so ringum standi, at mett varð, at har var ikki verandi. Tað eydnaðist ikki at finna hóskandi høli í Vágum og tí varð gjørt at flyta stýrið til Havnar, fyribils.
Poul Michelsen sigur, at samstundis sum Sjóvinnustýrið flutti til Havnar, varð eisini gjørt av at fara undir at byggja Sjóvinnustýrinum nýggj og tíðarhóskandi høli í Vágum.
Lógin um tað er samtykt í Løgtinginum, og peningur er settur av á fíggjarlógini. Men tað er so nógv ferð á búskapinum í løtuni, at samgongan hevur gjørt av at útseta nakrar íløgur, tí tað er so ringt at fáa arbeiðsfólk, samstundis sum at tað ongantíð hevur verið so dýrt at byggja sum nú.
– Sjálvsagt er lættast at útseta nakrar íløgur, har byggingin ikki enn er byrjað, og tí er bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum útsettur, sigur Poul Michelsen. Men hann leggur afturat, at tað er eingin grund at sáa iva um at Sjóvinnustýrið verður verandi í Vágum.
– Sum landsstýrismaður havi eg tryggjað, at peningur er settur av til verkætlanina, eisini í 2019, og eg havi longu í vár heitt á Landsverk um at fara undir fyrireikandi arbeiðið, sigur Poul Michelsen.
Hann leggur afturat, at í samstarvi við Vága Kommunu hava tey funnið eitt stykki at byggja á. Samstundis er farið undir arbeiðið at projektera bygningin, eins og ætlanin eisini er at gera stykkið byggibúgvið.
Les meiri her: Nýggja Sjóvinnustýrið skal vera á Giljanesi