Mikukvøldið 28. november - tað er í annaðkvøld - verður almennur kjakfundur á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Heiti á fundinum er “Leidd og eygleidd”. Tað er Etiska Ráðið sum skipar fyri fundinum.
Endamálið við kjakfundinum er at lýsa, hvørjar etiskar spurningar talgilding í heilsuverkinum kann hava. Ljós verður varpað á spurningar sum eitt nú, hvar markið gongur millum at vera leidd og eygleidd, tá tað snýr seg um talgildar heilsuupplýsingar um teg sum persón.
Luttakarar eru: Hildur við Høgadalsá, Nicolai M. Balle, Eyðhild Skaalum, Jógvan Svabo Samuelsen, Sigrun Mohr, Eilev Sivertsen og Jógvan D. Hansen. Óluva Zachariasen, leiðir fundin, sum eisini verður teknmálstulkaður.
Tiltakið, sum verður frá klokkan 19–21, er ókeypis, og øll eru vælkomin. Annars kann øll skráin lesast á heimasíðuni hjá Etiska Ráðnum - www.etiskaradid.fo