Almennur kjakfundur

TÍÐINDASKRIV

Føroyskt Lógar Rit skipar fyri almennum kjakfundi í Útvarpshøllini hóskvøldið 13. mars kl. 19:30 við heitinum »Grundlóg og Føroyar«.

Pallborðsluttakararnir leggja fyri við uppleggum, og høvi verður eisini hjá áhoyrarunum at seta spurningar.
Við pallborðið sita: Bjørn á Heygum, advokatur, Halgir Winther Poulsen, advokatur, Súsanna Danielsen, skrivstovustjóri, og Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur.
Orðstýrari er Kári á Rógvi, og Dreingjakamarið syngur.
Møtið fjølment.