Egon Øregaard, Skúlastjóri á Tekniska Skúlanum í Tórshavn
Víst verður til grein í Dimmalætting og Sosialinum ávíkavist 6. og 7. februar 2006, undir heitinum»Er tað gott at leggja skúlar í skúladeplar«.
Heitt verður virðingarmest á Føroya Løgmann um at svara fylgjandi fyrispurningum í fjølmiðlunum:
Løgmaður sigur, viðv. Skúladepli í Suðuroy, at Studentaskúli við ungum millum 16-22 ár og Heilsuskúlin, har tilkomin fólk millum 30-60 ár, skulu verða saman í einum Skúladepli, er ein framúr góð loysn.
Samstundis sigur framsøgumaðurin hjá flokki Løgmans, at flokkurin als ikki kann taka undir við, at Føroya Studentaskúli við ungum millum 16 22 ár kann húsast undir somu lon sum Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúlin í Tórshavn, har flest allir næmingarnir somuleiðis eru millum 16 og 22 ár.
Er møguligt at fáa eina grundgeving fyri hesari støðuni hjá Løgmanni og flokki hansara?
Leiðslurnar á Tekniska Skúlanum í Tórshavn, Føroya Studentaskúla og HF- skeiði og Føroya Handilsskúla, hava fleiri ferðir gjørt vart við, seinast á fundi við Mentamálanevnd Løgtingsins tann 25.okt. 2005, at tær taka fult undir við -og mæla staðiliga til- at seta verkætlanina um Skúladepil við Marknagil í verk.
Hví tekur flokkur løgmans ikki undir við sjónarmiðunum hjá leiðslunum á skúlunum?
Ein ávísur lærarabólkur hevur gjørt vart við, at tey ikki halda tað verða rætt at samstarva í einum Skúladepli.
Hví tekur politiski framsøgumaður floksins, vegna flokkin, heldur undir við sjónarmiðunum hjá lærarabólkinum?