Almennur fundur um útstykkingarætlan

Klokkan 10 fyrrapartin í morgin verður kunnandi fundur um útstykkingarætlanina hjá Nes kommunu á Høganesi. Fundurin verður á Sjómansheiminum í Runavík Nú fyrsta byggistig av útstykkingarætlanini hjá Nes kommunu á Høganesi er við at koma undir land, skipar kommunan fyri almennum fundi, har kunnað verður um ætlanina.

Ætlanin var, at fundurin skuldi vera í matarhøllini á Føroya Fiskavirking á Toftum, men fundarstaðurin er fluttur og verður í staðin á Sjómansheiminum í Runavík.

Fyrsta byggistig í hesi ætlan fevnir um 29 sethús og fýra íbúðarblokkar.

Meira kann lesast um ætlanini á heimasíðuni www.nes.fo

Á almenna fundinum, sum byrjar fyrrapartin í morgin klokkan 10, verður verkætlanin løgd fram.

Nes kommuna fer at greiða frá grundarlagnum undir ætlanini, arkitektarnir fara at tosa um verkætlanina og bygging, Munin fer at siga frá um lendið, vegir og annað, og umboð fyri fíggingarstovn fer at kunna um sølu og fíggingarmøguleikar.

Eftir framløguna á Sjómansheiminum verður høvið at fara at hyggja eftir lendinum og grundøkjunum.