Nú verður møguleiki hjá vágafólki á almennum fundi at frætta um og at siga sína meining um ætlanina at leggja FSV04 og SÍ saman í eitt felag. Almennur fundur um henda spurningin er ásettur at vera á Hotel Vágum hóskvøldið 11. oktober klokkan 19.
Sambært fsvagar.fo fer á fundinum at verða greitt frá ætlanini við nýggja felagnum, og hví komið nú er hertil. Eisini verður møguleiki at seta fram spurningar um ætlanina.
Fyri stuttum løgdu FSV04 og SÍ uppskot fram um at stovna nýtt fótbóltsfelag, ið ætlast at reka fótbóltin í vesturøkinum.
Tað, sum liggur í kortunum, er, at felagið við egnum viðtøkum og limalista skal hava ábyrgdina av at menna fótbóltin soleiðis, at økið aftur kann gera seg galdandi millum tey bestu.
Eftir almenna fundin er ætlanin at næsta stigið skal verða, at aðalfundir ella eykaaðalfundir í feløgunum, sum nú eru, heilt skjótt skulu góðkenna uppskotið um samanlegging.
18. september vóru rættindini at spæla í 1. deild latin frá SÍF og til FSV04.
27. september var á fundi millum SÍ og FSV04 gjørt av at halda fram við arbeiðnum at leggja saman, og nú er so kallað inn til almennan fund.