Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost og Jens Jensen, fyrrverandi sýslumaður, fara at luttaka á fundinum.
Spurningurin um, hvussu mótroknast skal í pensjónunum, tá pensjónistar arbeiða, hevur verið nógv frammi tey seinnu árini, og uppskot um at strika mótrokningina hevur verið lagt fyri Løgtingið fleiri ferðir, men framvegis missa pensjónistar av fólkapensjónini, um teir arbeiða. - Er hetta rímiligt, er tað neyðugt, og hvørjar verða avleiðingarnar, um hetta verður broytt? Tað verður viðgjørt á fundinum.
Umleið 9.000 fólk í Føroyum eru 67 ár ella eldri.