Í morgin, hósdagin 25. november, er altjóða dagur ímóti harðskapi ímóti kvinnum
Eisini í Føroyum verður gjørt vart við dagin og tað verður við almennum fundi í Norðurlandahúsinum klokkan 19 í annaðkvøld, har tað er ókeypis at sleppa inn.
Tað eru Amnesty International í Føroyum, Kvinnuhúsið, Barnabati, Javnstøðunevndin og Kvinnusamskipan Føroya, sum skipa fyri fundinum og tað verður landsstýriskvinnnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, sum setur fundin.
Annars fer Kristín Ástgeirsdóttir, stjóri á íslendska javnstøðustovninum, at greiða frá tilgongdini at orða heildarætlanina, sum Ísland hevur gjørt fyri at basa harðskapi ímóti kvinnum og hvønn týdning hendan heildarætlan hevur.
Somuleiðis fara umboð fyri Kvinnuhúsið, Barnabata og Amnesty at greiða frá um harðskap móti kvinnum og avleiðingar av hesum.
At enda verður pallborðsfundur har formennirnir í politisku flokkunum fara at greiða frá um teir halda, at harðskapur ímóti kvinnum er ein samfelagstrupulleiki.
Og halda teir tað, fara teir eisini at greiða frá, hvat teir fara at gera fyri at basa harðskapi móti kvinnum í føroyska samfelagnum.
Les eisini greinina: Næstan hvønn dag biðjur ein kvinna um hjálp og greinina: Føroyar dumpa í mannarættindum, umframt greinina: Offrini fyri harðskap fáa ov lítla hjálp
Almennur fundur um harðskap ímóti kvinnum
HARÐSKAPUR ÍMÓTI KVINNUM Á almennum fundi í Havn annaðkvøld skulu føroyskir politikarar greiða frá, hvat teir ætla at gera fyri at basa harðskapi ímóti kvinnum
Áki Bertholdsen