Almennur fundur um grind

Mánakvøldið skipar Grindamannafelagið fyri almennum fundi fyri allar suðuroyingar á Seglloftinum á Tvøroyri. Á skránni er frágreiðing frá Bjarna Mikkelsen, umboð fyri Náttúrugripasavnið, sum fer at greiða frá um merking av grind, kópi og øðrum hvali og fer eisini at greiða frá øðrum vísindaligum kanningum av grind og hvali.

Jústines Olsen, djóralækni, fer at greiða frá drápshátti og drápi av grindahvali, og hann fer at vísa fram tað nýggjastu útgávuna av mønustingaranum.

Maria Dam frá Umhvørvisstovuni fer at greiða frá um dálking.

Tá ið hesin meira almenni parturin av fundinum er av, verður høvið hjá teimum lokalu at tosa um lokal viðurskifti.

Grindamannafelagið heitir á tey ungu um at koma við á fundin.

-Tað er altíð neyðugt at seta nýggj fólk við og at læra tey upp at verða rættar grindamenn, sigur Grindamannafelagið í dag.