Almennur fundur um fyribyrging av misbrúki

Í kvøld klokkan 20 verður almennur fundur í Losjuni í Havn um evnið fyribyrging av misbrúki

Tað er presturin Knud Bjarne Jørgensen frá Metodistkirkens Råd for Folkesundhed, sum greiðir frá upplýsingartilfari um evnið fyribyrging av misbr´æuki.

- Hetta er upplysingartilfar, sum upprunaliga er gjørgnumarbeitt í USA og seinni tikið upp og nýtt í fleiri londum við góðum úrsliti. Bæði kirkjur, samkomur og feløg annars hava gjørt brúk av hugskotum úr hesum tilfari.

Umframt fundin í kvøld í havn hava fundir verið í Klaksvík mikudagin og í gjár á Tvøroyri.

Fundurin í kvøld er sum nevnt almennur og fundarstigtakarar eru Losjan í Havn og Heilbrigdið.