Mikukvøldið 15. oktober kl. 19:30, skipar Vága Sambandsfelag fyri almennur fundi í bygdaskúlanum í Miðvági, har formenninir fyri stóru politisku flokkarnar og flogvallastjórin fara at siga sína hugsan um útbygging av flogvøllinum í Vágum.
Nógv hevur tey seinnu árini verið tosað um at útbyggja Flogvøllin í Vágum, men higartil er einki komið burturúr.
Mikukvøldið skipar Vága Sambandsfelag fyri almennum fundi í bygdaskúlanum í Miðvági, har evnið er "Útbygging av flogvøllinum". Við á fundinum verða Lisbeth L. Petersen, fyri Sambandsflokkin, Heine O. Heinesen, fyri Tjóðveldisflokkin, Jóannes Eidesgaard, fyri Javnaðarflokkin, Anfinn Kallsberg, fyri Fólkaflokkin og Finnbogi Niclasen, flogvallarstjóri.
Fundurin sum verður í bygdaskúlanum í Miðvági, mikukvøldið kl. 19:30, er almennur.









