Hóskvøldið klokkan 19:30 skipar Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri almennum fundi um fiskivinnuuppskotið hjá Tjóðveldi. Fundurin verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen leggja uppskotið fram. Fólk úr vinnuni verða opponentar.
Suðurstryemoyar Tjóðveldisfelag sigur, at flest øll, sum viðgera fiskivinnuna eru samd um, at ein loysn má finnast á teimum trupulleikum, sum eru í fiskivinnuni.
- Verandi fiskiloyvi ganga út í 2018, og Tjóðveldi hevur higartil einasta boð uppá, hvør skipanin eigur at verða. Skalt tú reka fiskivinnu í dag, mást tú eisini keypa rættin at fiska frá einum øðrum á privata marknaðinum. Og royndirnar sýna, at hesin rættur kann kosta minst fimm-tíggju ferðir so nógv, sum skipið sjálvt kostar. Tí eru tey reiðarí, sum eru í vinnuni í dag ? og kapitalsterk útlendsk feløg ? í veruleikanum tey einastu, sum hava møguleikan at reka fiskarí í Føroyum, sigur Tjóðveldisfelagið.
Felagið sigur, at tann, sum keypir skip, má eisini rinda kapitaliseraða virðið á rættinum at fiska í óendaliga tíð fram. Tá prísurin á fiskirættindum verður lagdur omaná, hefta skipini fyri eini nógv størri skuld, enn tey eru verd. Sanna virðið á hesum rættindum kennir ongin, og tí er váðin, ið tikin verður, sera stórur. Hetta er eisini galdandi, tá rættindi verða seld millum skip, sum longu eru í vinnu.
Tjóðveldi hevur fleiri ferðir havt sítt uppskot á tingborði og hevur í eina tíð ferðast kring landið við uppskotinum um almenna tilfeingisbúð, sum er eitt boð uppá hvussu vit kunnu koma okkum burturúr tí monopolisering, sum verandi skipan leggur upp til, og sum er eitt boð uppá ein fíggingarleist, sum tryggjar, at tað eru tey bestu, sum sleppa framat ogn Føroya fólks.
? Uppskotið hjá Tjóðveldi er eisini eitt greitt boð uppá, hvussu eitt nýtt tilfeingi sum makrelurin kann umsitast og bjóðast út. Hevur tú hug at hoyra meira um uppskotið, sum fleiri og fleiri tykjast at taka undir við, so hevur tú møguleika at hoyra um uppskotið og gera vart við tína hugsan, sigur Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, sum heilsar øllum vælkomin á fund í Miðlahúsinum.