Almennur fundur: Linnandi viðgerð seinastu tíðina

Eldraráðini fyri Norðoyggjar og Eysturoynna skipa fyri einum almennum fundi í Løkshøll í Runavík, mikudagin 21. februar kl. 18.30

Fundurin viðger evni Linnandi viðgerð ta seinastu tíðina: Heima, á røktarheimi, á sjúkrahúsi ella á hospice.

 

Tosa verður um palliativa viðgerð í Føroyum, út frá fyriliggjandi áliti um, Palliatión í Føroyum, sum bleiv handað landsstýrinum í 2019.

Tiltakið er ókeypis men tilmelding er neyðug. 

Tú kanst tilmelda teg, við at trýsta á hesa leinkju. Trýst síðani á Keyp

 

Framløgur:

 

Pál Weihe, lækni og Lena Bjarnason, sjúkrarøktarfrøðingur, palliativa toymi

 

Ása Jaspurdóttir, kommunulækni

 

Súsanna Olsen, varaleiðar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

 

Torbjørn Jacobsen, Kommunufelagið

 

 

 

- Steðgur 

 

 

 

Pallborðsorðaskifti:

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna

 

Páll á Reynatúgvu, stjóri í Veks

 

Sverri Steinhólm, prestur

 

Durita Tausen, Krabbameinsfelagið

 

Margreta í Buð, avvarandi

 

Jákup N. Olsen, Sjúklingaráðið

 

 

 

Tiltakið endar umleið kl 20:30