Í sambandi við altjóða diabetesdagin, sum er í morgin skipar Diabetesfelag Føroya fyri almennum fundi um diabetes í Suðuroy leygardagin. Hans Petur Nielsen, serlækni í hjartasjúkum og yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, fer at greiða frá um diabetes og hjartasjúkur. Eisini fer Kristiana Rein, forkvinna í Diabetesfelag Føroya, at tosa um diabetes í gerandisdegnum, og hvussu tað er at liva við diabetes í familjuni.
Fundurin verður í matarhøllini á Suðuroyar Sjúkrahúsi kl. 15.
Diabetessjúkan er álvarslig sjúka, og í Føroyum eru fleiri og fleiri, ið fáa sjúkuna, og tí er tað felagsins vón, at fundurin á Suðuroyar Sjúkrahúsi fær góða undirtøku.










