Almennur dansur í Gundadali

Dansifrøi skipar fyri almennum dansi leygarkvøldið í nýggja felagshúsinum í Gundadali

Tað er ikki ofta, at almennur dansur er í Havn, men nú ger felagið Dansifrøi eina roynd.
Leygarkvøldið verður almennur dansur fyri øllum dansiáhugaðum, og eydnast væl, verður tiltakið endurtikið.
LM-Band spælir.
Atgongumerki fáast í forsølu í Kunningarstovuni í Havn,
Fyrireikararnir siga, at ætlanin er ikki at fylla húsið við fólki. Tað skal vera rúm fyri at dans, og tí verða ikki fleiri enn 400-500 atgonugmerki seld.
Dansurin byrjar klokkan 20 og heldur á til í hvussu er klokkan 02.