At geva trongdum økjum fleiri pengar at brúka uttan treytir fylgja við, er skeivt. Ferð eftir ferð hava landsins myndugleikar skorið játtanir uttan atlit ella innlit, við ávísum prosentum ella krónutali, meðan aðrar játtanir eru øktar uttan jaliga ávirkan ella samanspæl við samfelagsliga trivnaðan hjá einstaka borgaranum.
Almennir stovnar gerast effektivari
Vit skulu gera almennu stovnar okkara meira effektivar fyri hvørja krónu, teir brúka. Hetta skal gerast við at gera lógarverkið á almannaøkinum ruddiligari, so at hvørt alment starvsfólk fær eina lættari og smidligari arbeiðsgongu enn í dag. Samstundis mæli eg til, at almenni geirin veruliga kemur at standa til ábyrgd fyri arbeiði sínum og avgerðum. Hetta er neyðugt, eins og vit skulu tryggja, at almennu leiðslunar eru uppgávuna vaksnar at fremja sparingar, alt ímeðan stovnarnir verða gjørdir effektivari og bíligari at reka. Henda tillaging til veruleikan tykist als ikki at verða framd innan tað almenna, alt meðan vanligi borgarin og vinnurekandi verða noydd at síggja veruleikan í eyguni hvønn dag. Nevniliga, at har eru ikki fleiri pengar at brúka, og tí má meira fáast burturúr minni.
Neyðugt við hugburðsbroyting
Við at tillaga hugsjónina innan almennu útreiðslurnar, so at stovnar ikki verða straffaðir fyri at fremja sparingar, men heldur fáa ágóða av sparingunum, fáa vit betri og bíligari rakstur. Hetta kann fremjast sum eina íløgukonto, har partur av spardu upphæddini verður góðskrivað stovninum og kann sparast upp til komandi árini, uttan at samlaða játtanin til stovnin verður skerd tað eyka komandi árið. Hetta førir við sær, at útreiðslur til teldur, húsaumstøður, útgerð og annað kann fíggjast uttan eykaútreiðslur ella eykajáttan frá løgtinginum.
Hesi eru bert nøkur fá hugskot til tey átøk ið krevjast fyri at fáa okkum ein bíligari, effektivari og meiri atkomiliga almenna umsiting, ið kemur at tæna borgarunum betri, men uttan at leggja eyka byrðar á einstaklingin ella vinnur okkara. Alt átøk, ið eg vil virka fyri at seta í verk, tykkum at frama.
Latið okkum saman skapa eitt land, har samfelagstrivnaðurin verður settur í hásæti.
Veljið Fólkaflokkin á løgtingsvalinum tann 29 oktober.










