Nýggjastu hagtølini frá Hagstovu Føroya um almennu útreiðslurnar avdúka, at almennu útreiðslurnar vaksa skjótari og skjótari fyri hvørt ár. Úr 2,3 prosentum upp í 11 prosent upp á 4 ár. Almennu útreiðslurnar eru farnar galoperandi uppeftir seinastu árini, og eingin bremsa hevur verið yvirhøvur frá 2004 til 2008.
Frá árunum 2004 til 2005, vuksu almennu útreiðslurnar við 2,3 prosentum, úr 5,83 milliardum upp í 5,96 milliardir krónur. Árið eftir, í 2006, vuksu almennu útreiðslurnar upp í 6,19 milliard krónur, ella 3,8 prosent.
Frá í 2007 komu almennu útreiðslurnar upp á 6,61 milliard krónur, ella góðar 423 milliónir meira, svarandi til ein útreiðsluvøkstur upp á 6,43 prosent.
Nú vísa nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya, at útreiðsluvøksturin ikki steðgar her ? tvørturímóti.
Tað almenna kostaði í 2008 7,337 milliardir krónur at reka, svarandi til 725 milliónir krónur meira enn árið fyri. Hetta er ein útreiðsluvøkstur upp á heili 10,96 prosent eftir einum einstøkum ári.
Miðalvøksturin fyri tey seinastu 10 árini er annars 6,28 prosent, sum tað almenna dýrkar at reka fyri hvørt ár.
Vøksturin í kostnaðinum av at reka almu sær annar soleiðis út síðani 1998.
Frá 1998 til 1999 - 5,3 prosent
Frá 1999 til 2000 - 9,35 prosent
Frá 2000 til 2001 - 6,43 prosent
Frá 2001 til 2002 - 11,17 prosent
Frá 2002 til 2003 - 2,8 prosent
Frá 2003 til 2004 - 6,64 prosent
Frá 2004 til 2005 - 2,3 prosent
Frá 2005 til 2006 - 3,8 prosent
Frá 2006 til 2007 - 6,84 prosent
Frá 2007 til 2008 - 10,96 prosent