Almennu feløgini nokta at útseta lønarhækkan

Almennu feløgini hava á fundi í dag gjørt av at ganga ímóti áheitanini frá Fíggjarmálaráðnum um at útseta sáttmálan og harvið lønarhækkanina í eitt ár. Almennu feløgini hava á fundi í dag gjørt av at ganga ímóti áheitanini frá Fíggjarmálaráðnum um at útseta sáttmálan í eitt ár.

Í skrivi frá Fíggjarmálaráðnum frá 1. juli 2009 varð heitt á almennu feløgini um at sáttmálin, sum eigur at koma í gildi tann 1. oktober í 2009, heldur skal koma í gildi tann 1. oktober í 2010. Og at sáttmálin, sum skuldi fara úr gildi tann 1. oktober í 2010, heldur fer úr gildi tann 1. oktober í 2011.

- Undirritaðu fakfeløg hava á felags fundi í dag, tann 8. juli, viðgjørt skrivið frá Fíggjarmálaráðnum.

Full semja er millum fakfeløgini um at halda seg til galdandi sáttmála, og tí kunnu fakfeløgini ikki taka undir við tilmælinum frá Fíggjarmálaráðnum, siga feløgini.

Skrivið til Fíggjarmálaráðið og Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, er undirskrivað av hesum feløgum:

Akademikarafelagið

Almanna- og Heilsurøktarafelagið

Bioanalytikarafelagið

Búskapar- og Løgfrøðingafelagið

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Ergoterapeutfelagið

Føroya Handverkarafelag

Føroya Lærarafelag

Føroya Musiklærarafelag

Føroya Pedagogfelag

Føroya Psykiatrifelag

Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Føroya Tekniska Lærarafelag

Fysioterapeutfelag Føroya

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Heilsuhjálparafelag Føroya

Kost- og føðslufelag Føroya

Landsfelag Handverkaranna

Ljósmøðrafelag Føroya

Maskinmeistarafelagið

Starvsmannafelagið

Yrkisfelag Studenta- og HF-lærara