Tað er so lætt at bróta niður, men sum oftast sera tungt at byggja nakað upp.
Tað er ikki eitt mál í sær sjálvum at leggja almennu arbeiðsplássini í Havn út á bygd. Fylgjurnar av hesum verða sjálvandi tær, at nógv alment sett starvsfólk í Havn verða uppsøgd og hetta er ein meiningsleysur tanki.
Vit eiga at seta prís uppá ta ekspertisu og tann loyalitet, hesi starvsfólk hava yvirfyri sínum arbeiðsplássi.
Hinvegin er tað eitt mál at gera almennu arbeiðsplássini í Havn betri og kanska meira tænastuvinarlig. Hetta vil koma ikki bert havnarfólki til góðar, men øllum føroyingum við.
Hesum vilja vit virka fyri.
Vinarligast
Bjarti Mohr, valevni
hjá Fólkaflokkinum










