Almennir stovnar eru meira ella minnið friðaðir fyri lógini, tá tað kemur skarpskeringar.
Lógin um arbeiðsvernd, sum Arbeiðseftirlitið er sett at umsita, er eitt ítøkiligt dømi.
Arbeiðseftirlitið noyðist við jøvnum millumbili, at melda almennar stovnar til politiið, tí at teir ikki halda lógina um arbeiðsverd. Men arbeiðseftirlitið fær málini aftur í høvdið, við teirri grundgeving, at fútin einki fært gjørt, tí at tað ber ikki til at staðfesta juridisku ábyrgdina.
Men lógin um arbeiðsverd er einki eindømi.
Tað tykist at vera ein generellur trupulleiki, at fútin í mongum førum ikki fær nortið við almennar stovnarnar, tá tað kemur til stykkis.
-Tað er ein ørgrynna av lógum, har tað sama ger seg galdandi, sigur Jens Severinsen, virkandi fúti. Hóast hann ikki veit nakað fordømi frá øðrum stovnum, so heldur Jens Severinsen at trupulleikin hjá Arbeiðseftirlitinum saktans eisini kann koma uppá tal hjá øðrum eftirlitsstovnum - t.d. Brunaumsjón Landsins og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
-Hetta vil gera seg galdandi fyri allar lógir, sum áleggja stovnum nakrar skyldur, sum teir eiga at halda á føti við privat arbeiðspláss. Men tíbetur hava ikki verið so nógv mál, burtursæð frá teimum, sum snúgva seg um arbeiðsverdarlógina, sigur Severinsen.
Trupulleikin
Sambært Severinssen er trupulleikin í tveimum.
Fyri tað fyrsta eru ongar ásetingar í føroysku revsilógini, sum greitt tilskila hvørjum fútin skal fara eftir, um ein almennur stovnur brýtur lógina. Danska revsilógin varð broytt fyri nøkrum árum síðani, og í henni er juridiska ábyrgdin á almennum arbeiðsplássum staðfestir. Men hendan broyting er ongantíð dagførd í Føroyum.
Fyri tað annað vænta tær einstøku lógirnar í mongum førum eina greiða áseting um hvør ið stendur til svars á almenum stovnum.