Almennir stovnar sleppa frá at gera sum Løgtingið vil

Landsstýrið við ikki krevja, at teir skulu gera eftir boðum frá Løgtinginum

Landsstýrið vil ikki krevja at almennir stovnar, sum eru størri enn eitt vist, skulu taka fólk í starv eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk.

Tað eru fólk, sum hava serligan tørv fyri neyðini tí at tey onkusvegna hava skerdar førleikar og sostatt ikki kunnu røkja eitt starv eftir vanligum treytum.

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, hevur spurt Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, hvussu tað gongur við lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk.

Hon sigur, at Løgtingið hevur mett, at tað var rætt at seta krøv, soleiðis at almenn arbeiðspláss hjá landinum, sum eru oman fyri eina ávísa stødd, skulu binda seg til at taka fólk í tillagað størv, sum ikki av onkrari orsøk, kunnu røkja eitt starv eftir vanligum treytum.

Talan kann eisini vera um at taka tey í arbeiðsvenjing, har tey framvegis fáa tann almannastuðul, tey hava fingið, men at tey so fáa eitt sindur í løn afturat.

Tískil samtykti Løgtingið at heita á landsstýrið um at seta eina skipan í gildið, soleiðis, at almenn arbeiðspláss oman fyri ávísa stødd binda seg til at seta fólk í starv eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, og at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta.

Hetta var í 2016 og nú vil hon hava at vita, hvussu tað gongur við at fremja Løgtingsins vilja.

Men Eyðgunn Samuelsen sigur, at Landsstýrið hevur ikki sett almennum arbeiðsplássum krøv um at tey skulu seta fólk í starv eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk.

Hon sigur, at hetta eru viðurskifti, sum fyrst og fremst hoyra heima í Fíggjarmálaráðnum og Lønardeildini. Tískil hevur hon umrøtt spurningin saman við Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum um, hvussu almenni arbeiðsmarknaðurin á frægasta hátt kann lúka treytirnar í løgtingssamtyktini.

– At áleggja almennum arbeiðsplássum at seta fólk í starv eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, er lutvíst ein spurningur um játtanina á fíggjarlógini, og lutvíst ein spurningur um setanarviðurskifti, sigur hon

Men hon og Lønardeildin eru samd um, at tað er ikki hóskandi at áseta hesi viðurskifti í lóg.

– At áleggja øllum arbeiðsplássum yvir eina ávísa stødd at seta fólk við skerdum arbeiðsføri í starv, kann vera ein stirvin háttur, sum ikki hóskar øllum á einum fjøltáttaðum almennum arbeiðsmarknaði, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Hon vísir á, at virksemið á almennum arbeiðsplássum er fyrst og fremst tengt at játtanini á fíggjarlógini og annars hava vit onga arbeiðsmarknaðarlóg um hesi viðurskifti.

Og Eyðgunn Samuelsen sigur, at tað er ikki rætt, at hon -við lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk í hondini- krevur at almenn arbeiðsplássum skulu seta fólk í starv, sum hava við sær útreiðslur fyri stovnin.

Hinvegin verður arbeitt við at eggja arbeiðsgevarum at seta fólk í starv sambært lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk.

Hon sigur, at tað hevur eisini elvt til stórar trupulleikar hjá fleiri arbeiðsgevarum, at teir skulu umsita lønarískoytið til tey, sum koma í tillagað størv.

Tað hava verið arbeiðsgevarar, sum hava aftrað seg við at seta fólk í tillagað starv orsakað av hesum.

Men teir trupulleikarnir eru nú loystir og næsta stigið verður at fara undir átøk at fáa fleiri arbeiðspláss at seta fólk í starv sambært lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk.

Hon vísir eisini á, at í 2016 varð játtan sett á fíggjarlógina til at Almannaverkið kundi seta vinnuvegleiðara í starv, hvørs uppgáva er at arbeiða við at fáa fleiri fólk út á arbeiðsmarknaðinum.