Almennir stovnar skulu leggja saman

Hendrik Old vil hava leggja almennar stovnar, sum fáast við eftirlit, saman í ein felags stovn

 

Arbeiðseftirlitið og Brunaumsjón landsins skulu leggjast saman í ein stovn. Tað ætlar Hendrik Old, landsstýrismaður, skrivar Starvsmannafelagið.

 

Sum er, liggur Arbeiðseftirlitið undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

 

Men Starvsmannafelagið sigur frá landsstýrismanninum, at hann ætlar, at skilja Arbeiðseftirlitið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og at leggja tað saman við Brunaumsjón Landsins, sum hevur uppgávur, ið líkjast teimum hjá Arbeiðseftirlitinum.

 

Víst verður á, at mál um arbeiðsumhvørvið og arbeiðsmarknaðin ligga undir Samferðslumálaráðnum, sum Hendrik Old umsitur, men Heilsufrøðilig Starvsstovan annars, liggur í Vinnumálaráðnum. Samstundis er Brunaumsjónin undir Fiskimálaráðnum

 

 Men nú ætlar Hendrik Old skipa eina nýggja skipan, har Brunaumsjónin verður flutt í Samferðslumálaráðið og løgd saman við Arbeiðseftirlitinum.

 

Hann sigur við Starvsmannafelagið, at hann ivast í, um hetta letur seg gera næsta ár, hann fer at royna at gera tær neyðugu lógarbroytingar, og at fáa fíggjarnevndina at taka undir við hansara ætlanum.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at verða Arbeiðseftirlitið og Brunaumsjónin løgd saman, verður raksturin bíligari upp á seg.