Almennir stovnar misnýta Barsilsskipanina

- Barsilsskipanin skal vera ein skipan, ið tryggjar løntakarar og arbeiðspláss fíggjarliga, tá fólk fara í barnsburðarfarloyvi. Men vit kenna fleiri dømi um, at almennir stovnar lata vera við at seta fólk í starv, tá onnur fara í barsil, og harvið nýta Barsilsskipanina sum eina fjalda inntøkukeldu. Tað sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, sum hevur sent bræv til Vinnumálaráðið og Vinnunevndina, har hann hvassliga finst at mannagongdini hjá almennu stovnunum.

Almennir stovnar nýta barsilsskipanina sum eina beinleiðis inntøkukeldu, fyri á tann hátt at royna at betra fíggjarligu orku teirra. Hetta verður gjørt við at lata vera við at seta fólk í starv, tá onnur á stovninum fara í barnsburðarfarloyvi. Í staðin skulu hini á stovninum bara arbeiða tað skjótari, samtíðis sum stovnurin sparir lønarútreiðslur.
Hetta ger Starvsmannafelagið vart við í brævi, sum felagið hevur sent bæði til Vinnumálaráðið og Vinnunevndina í Løgtinginum. Starvsmannafelagið finst hvassliga at hesi mannagongd, sum felagið sigur seg kenna fleiri dømi um veruliga fara fram á almennum stovnum.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum vísir á, at Barsilsskipanin skal vera ein skipan, ið tryggjar bæði løntakara og arbeiðsplássið. Løntakarin skal hava møguleika at sleppa í barnsburðarfarloyvi við løn, og arbeiðsplássið skal hava møguleika at seta annað fólk ístaðin, tíðina viðkomandi er í farloyvi. Talan er um eina skipan, ið er »útreiðsluneutral«, tvs. uttan eykakostnað, fyri báðar partar.
Men formaðurin í Starvsmannafelagnum veit um fleiri dømi, har almenn arbeiðspláss lata vera við at seta annað fólk í starv, tá teirra egnu starvsfólk fara í barnsburðarfarloyvi.
- Vit vita um, at almennir stovnar í samband við barnsburðarfarloyvi ikki seta avloysarar fyri tann, sum fer í farloyvi, men bara heinta stuðulin, tvs. lønarendurgjaldið, úr Barsilsskipanini. Á henda hátt verður skipanin nýtt sum ein beinleiðis inntøkukeldu hjá almennu stovnunum, fyri at royna at betra um fíggjarligu orkuna. Hetta er groft misbrúk av skipanini, sigur Gunnleivur Dalsgarð
Hann metir tað vera grundleggjandi skeivt at Barsilsskipanin, ið arbeiðsmarknaðurin lutvíst sjálvur ber kostnaðin av, skal kunna nýtast sum ein beinleiðis inntøkukelda hjá almennum stovnum, ið snúgva sær undan at seta onnur fólk í starv, tíðarskeiði tá starvsfólk eru í barnsburðarfarloyvi.
Umframt at Barsilsskipanin við hesum gerst ein beinleiðis inntøkukelda hjá almennu stovnunum, so eru dømini sera óheppin fyri hini starvsfólkini á tí einstaka stovninum.
- Tá stovnar ikki seta onnur fólk at avloysa tey, ið fara í barnsburðarfarloyvi, so merkir tað samtíðis, at arbeiðsbyrðan økist og uppgávurnar gerast fleiri hjá teimum, ið eftir eru á arbeiðsplássinum, vísir Gunnleivur Dalsgarð á.

Fer at vinda uppá seg
Formaðurin í Starvsmannafelagnum óttast, at nú so nógv hoyrist um, at tað almenna skal spara, fer tað at gerast alt meira vanligt, at almennir stovnar fara at útnytta møguleikan at lata vera við at seta onnur fólk í starv, tá starvsfólk teirra fara í barnsburðarfarloyvi.
- Eg eri ikki í iva um, at henda gongd, har almennir stovnar misnýta Barsilsskipanina, fer at vinda uppá seg, nú tosað verður um, at stovnarnir skulu spara og rationaliserast, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Nú Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at broyta Barsilsskipanina, heitir Starvsmannafelagið á politiska myndugleikan um at fáa viðurskiftini í rættlag, so skipanin ikki kann misnýtast. Í brævi, sum felagið hevur sent, bæði til Vinnumálaráðið og Vinnunevndina í løgtinginum, mælir Starvsmannafelagið til, at tað kemur at standa beinleiðis í lógini, at almennir stovnar skulu kunna staðfesta eina útreiðslu, tvs. seta avloysarar í starv, fyri at fáa pengar úr Barsilsskipanini.