Almennir stjórar hava tað lættasta starvið

Tað strævnasta ? og mest stressandi starvið, tú kanst hugsa tær, at starvast sum tappari ella pakkari. Tað sigur í øllum førum Det Nationale Forskningsinstitutt fyri Arbeiðsumhvørvi í Danmark

Almennir stjórar hava tað lættast, meðan tey, sum pakka øl og sodavatn á bryggjaríunum hava tað strævnasta arbeiðið. Hetta vísir í øllum førum kanning, sum er gjørd fyri at finna tað mest strongda og tað minst strongd arbeiðið.

Sambært Tage Søndergaard Kristensen, sum er strongd-granskari á Det Nationale Forskningsinstitutt fyri Arbeiðsumhvørvi í Danmark ljóðar nágreiniliga uppskriftin upp á arbeiðsstrongd:

Stórt arbeiðstrýst, høgt tempo, skiftandi arbeiðstíðir og lítil ávirkan.

Men eisini størv, sum hava við menniskju at gera, skora eisini nógv á strongd-barometrinum.

- Har tað eru menniskju, er altíð møguleiki fyri konfliktum, og tað gevur strongd, sigur Tage Søndergaard Kristensen við danska morgunblaðið 24timer.

Í kanningini spurdu granskararnir umboðandi part av fólkinum, hvussu ofta tey kenna seg strongd, irriterað og hava trupulleikar við at sova. Alt samalt tekin um strongd.

Almennir stórar eru í tí fakbólkinum, sum kenna seg minst strongdar.

Tíggju tey mest strongdu størvini:

1. Tapparar, pakkarar

2. Fysio- og ergoterapeutar

3. Røktarstarvsfólk

4. Læknskrivarar

5. Ófaklærdir elektronikarbeiðarar

6. Fólkaskúlalærarar

7. Bókhaldarar og grannskoðarar

8. Pedagogar

9. Umsorganarmedhjálparar

10. Læknar og tannlæknar

Tíggu tey minst strongdu størvini:

1. Almennir stjórar

2. Goymsluavgreiðslufólk

3. Elektrikarar

4. Goymslu- og havnaarbeiðarar

5. Pedagogmedhjálparar

6. Dagrøktarar

7. Mekanikarar

8. Fólk í matstovuvinnuni

9. Sjúkrasystrar

10. Timburmenn og snikkarar

Kelda: Spurnarkanning við umboðandi parti av danska fólkinum, gjørd av NFA