– Tað er neyðugt við fullum gjøgnumskygni í fíggjarligu viðurskiftini hjá politikarum, flokkum og valevnum.
Tað sigur Kristina Háfoss, sum fer at leggja uppskot fyri tingið um, at politikarar, flokkar og valevni skulu upplýsa alment um øll, sum veita teimum fíggjarligan stuðul.
Les eisini: Veljarin skal vita hvør fíggjar politikararnar
– Endamálið við lógini er at tryggja, at almenningurin altíð kann fáa fult innlit í, hvussu politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni fíggja valstríð og virksemi teirra, herundir hvør privatur stuðul verður latin flokkum, løgtingslimum og valevnum, sigur Kristina Háfoss í viðmerking til uppskotið.
Hon vísir á, at hetta sambært uppskotinum verður gjørt við, at politiskir flokkar skulu gera roknskap, ið eitt nú skal fevna um upplýsingar um inntøkukeldur og stuðul floksins. Herundir upplýsingar um møguligan privatan stuðul. Eisini skal í frágreiðing til roknskapin upplýsast, um løgtingslimir ella valevni floksins fáa privatan stuðul samsvarandi hesi lóg.
– Um talan er um uttanflokkavalevni ella uttanflokkaløgtingslim, og viðkomandi fær privatan stuðul samsvarandi hesi lóg, skal viðkomandi lata fyrisitingini hjá Løgtinginum frágreiðing um møguligan stuðul, sigur hon.
Almenningurin kann fáa innlit í roknskapir hjá politisku flokkunum og frágreiðingar frá uttanflokkavalevnum og løgtingslimum hjá fyrisiting Løgtingsins.
– Í dag eru politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni ikki áløgd at upplýsa alment um møguligan privatan stuðul. Hetta ger, at almenningurin ikki veit um og í hvønn mun politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni eru privat stuðlað og harvið hava fíggjarligt tilknýti til privatar stuðlar, sigur Kristina Háfoss.
Hon sigur, at hetta lógaruppskotið fer at broyta hesa støðu og tryggja innlit í, hvørjar inntøkukeldur og hvønn stuðul politiskir flokkar hava, og um valevni og løgtingslimir eru fíggjað av privatum stuðlum.
– Harvið gerst gjøgnumskygnið og rættartrygdin størri í politisku skipanini í Føroyum, sigur Kristina Háfoss.










