Stóra altjóða fiskivinnustevnan letir upp í morgin klokkan tíggju í morgin og almenningurin hevur atgongd til alla stevnuna.
-Eitt atgongumerki kostar 150 krónur, men so er tað eisini galdandi fyri allan dagin og børn kunnu koma ókeypis saman við foreldrunum, sigur ein av stigtakarunum, Símin Hammer.
Eisini er gjørd ein serskipan fyri miðnámsskúlarnar sum fyrireikararnir fegnir vilja hava á stevnuna.