Almenni stuðulin til Tórsvøll óvísur

Tað undrar lanndstýrismannin við mentamálum, Signar á Brúnni, at Tórvøllur er vorðin so nógv dýrari, enn grunnurin fyri vøllin boðaði frá 19. november 1998. Tá varð vøllurin mettur at kosta 10 milliónir, men kostnaðurin er í dag 25.600.000 krónur. Landsstýrismaðurin og Mentamálastýrið ivast í, um heimild er at játta stuðul til Tórsvøll sambært galdandi fíggjarlóg, nú ætlanin er so nógv broytt í mun til upprunaligu ætlanina.

Sambært skjølum, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, so tykist óvissa valda viðvíkjandi almenna stuðlinum til Tórvøll.

Í skrivi sent Grunninum Tórsvølli 23. juni 1999, ger Signar á Brúnni, landsstýrismanður, vart við, at tær upplýsingar, ið landsarkitekturin hevur fingið frá grunninum benda á, at talan í dag er um aðra verkætlan, enn ta upprunaligu, ið stýrið fyri Grunnin Tórsvøll legði fyri Undirvísngar- og Mentamálastýrið.

Víst verður til skriv dagfest 19. november 1998 og undirritað av Poul Michelsen, har boðað verður frá, at verkætlanin kemur at kosta 10 milliónir krónur. Kostnaðurin er í dag 25.600.000 krónur.

Tískil ivast landsstýrismaðurin og Mentamálastýrið í, um heimild er at játta stuðul til Tórsvøll sambært galdandi fíggjarlóg, og í skrivinum dagfest 23. juni 1999 til Grunnin Tórsvøll, verður boðað frá hesum


Fíggjarmálastýrið ivast

Fíggjarmálastýrið hevur 12. apríl 1999 gjørt vart við, at hóast ætlanin hjá Grunninum Tórsvølli væntandi fer at tæna meginpartinum av teimum endamálum, sum verkætlanin upprunaliga var ætlað til, so metir Fíggjarmálastýrið, at verkætlanin hjá Grunninum Tórsvølli er ein onnur, enn lýst er í viðmerkingunum til fíggjarløgtingslógina 1999.


Einki grundarlag

Niðurstøðan hjá Fíggjarmálastýrinum er, sambært skjølum, at broytingarnar í ætlanini broyta grundarlagið undir áður játtaða stuðlinum.

Fíggjarmálastýrið hevur tí mælt landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum til at lata løgtingið taka støðu til broyttu verkætlanina. Landstýrismaðurin Signar á Brúnni, hevur í skrivinum til Grunnin Tórsvøll, dagfest 23. juni, boðað frá, at hann hevur gjørt av at útvega sær neyðturviliga heimild til eina møguliga støðutakan til umsóknina frá Grunninum Tórsvølli. Roynt verður at fáa hesa heimild frá Løgtingsins Fíggjarnevnd/Føroya Løgtingi skjótast gjørligt, sigur landsstýrismaðurin í skrivinum til Grunnin Tórsvøll.


Undrar

Í skjalinum frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum til Grunnin Tórsvøll frá 23. juni 1999 sæst sostatt, at myndugleikarnir undra seg yvir, at verkætlanin er vorðin so nógv dýrari síðani november 1998 og at ivi er um, hvørt heimild er at lata tey 30 % í stuðuli, nú ætlanin hevur verið fyri ógvusligum broytingum. Sostatt er óvist, hvørja lagnu almenni stuðulin til Tórsvøll fær, nú málið eftir øllum døma endar aftur í Løgtinginum, eftir tilmæli úr Fíggjarmálastýrinum.

Tað eydnaðist tíverri ikki at fáa eina viðmerking frá Signari á Brúnni, landsstýrismanni.