Seinatu 10 árini, eru tað útreiðslurnar til almennu umsitingina og til almennu stovnarnar, sum er vaksin mest. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagtovuni yvir lønargongdina í ymsum vinnum í Føroyum frá 2004 til nú. Uppgerðin vísir, at tað er framgongd í øllum høvuðsvinnugreinum, men hon vísir eisini, at tað er ymiskt hvussu hart fíggjarkreppan rakti tær ymsu vinnugreinarnar.
Í fiski- og alivinnuni vuksu lønirnar 12% frá 2004 til 2007, men síðan var eitt stórt fall, og í 2009 vóru lønirnar bara 83% av tí tær vóru í 2004.
Seinastu fimm árini hevur vøksturin verið lítil og nústaðni nú eru lønirnar á sama stigi sum í 2007. Samanumtikið merkir tað, síðan 2004 eru lønirnar í fiski- og alivinnuni vaksnar 12%. Orsøkin til vøksturin er í høvuðsheitum, at alivinnan hevur havt stóra framgongd.
Annars eru bæði hýrur og lønir í fiskivinnuni á landi, minni nú enn tær vóru í 2004. Í byggivinnuni og privatu tænastuvinnuni var gongdin áleið tann sama. Frá 2004 til 2008 var javnur vøkstur, og framgongdin var góð 30%. Men tá ið fíggjarkreppan kom, hevði fall byggivinnan munandi meiri enn privatu tænastuvinnurnar. Byggivinnan fór næstan aftur til sama stigið sum í 2004, men síðani hevur verið lítil vøkstur. Seinasta árið hevur vøksturin tó verið trivaligur, og síðan 2004 eru lønargjaldingarnar vaksnar 20%, men tað er framvegis minni enn besta árið, sum var í 2008.
Hjá privatu tænastuvinnunum var fallið minni, men ananrs hevur vøksturin verið hóvligan tær eru nú á sama stigi sum í 2008 og tað merkir, samanumtikið er talan um ein vøkstur á 30% aftur ímóti 2004.
Hinvegin hevur gongdin í almennu tænastuvinnunum verið heilt øðrvísi enn aðrastaðni. Frá 2004 til 2008 var gongdin á leið tann sama fyri allar vinnugreinar, men afturímóti øðrum vinnugreinum hevur tað ongantíð verið afturgongd í almennu tænastuvinnunum. - Vøksturin hevur heldur verið hóvligur seinastu fimm árini, men javni vøksturin hevur gjørt, at lønargjaldingarnar í almennu tænstuvinnunum eru vaknsar 40% síðan 2004 og er tað tann størsti vøksturin í høvusðvinnugreinum, sigur Hagstovan.
|










