Almennar upplýsingar um útbúgving og starv

Upplýsingar um útbúgvingar og starv úr fólkateljingini eru nú almennar.

Fyri fyrstu ferð síðan 1977 er ein uppgerð yvir, hvørjar útbúgvingar føroyingar hava. Uppgerðin er frá fólkateljingini 2011, men vanligt er ikki at býtið í útbúgvingunum broytist so brádliga. Tí kunnu vit vænta, at yvirlitið lýsir væl, hvussu útbúgvingarstigið er í Føroyum.

 

Higartil hevur verið trupult at gjørt upp, hvørjar útbúgvingar føroyingar hava lokið, tí eingin miðsavnandi skráseting hevur verið. Síðani Studni var stovnað, hava møguleikarnir verið munandi betri, men kortini eru nógv dottin burtur ímillum. Antin tí tey ikki vóru skrásett í Studna, ella tí útbúgvingin var lokin fyri Studni varð sett á stovn.

 

Í fyrsta lagi eru útbúgvingarstigið býtt í høvuðsbólkar: fólkaskúli, miðnáms- og yrkisútbúgvingar, miðhøgar útbúgvingar (t.d. á bachelor-stigi) og hægri útbúgvingar (á master og kandidatstigi). Síðani verður útgreinað á einstakar útbúgvingar.

 

Ein annar av spurningunum var um starv, og er tann uppgerðin eisini liðug. Hetta kann verða ein trupul spurningur av svara uppá, tí størv hava so ymisk innihald og ymisk heiti. Men nú er gjørt upp eftir altjóða leisti, hvørji størv føroyingar høvdu 11. november 2011.

 

Nýggjastu hagtølini síggjast við at trýsta her. Á heimasíðuni hjá Hagstovuni (her)eru aðrar greinar hesum viðvíkjandi at finna.